Danska veðurstovan DMI, sum føroyingar eisini mangan nýta sum veðurstovu, ávarar um ógvusligt veður í Danmark í kvøld og í morgin.
Vindurin er nógvur - upp í 30 m/s - men tað sermerkta er, at vatnstøðuhæddin er óvanliga høg og tað merkir, at sjógvur fer at floyma yvir fleiri øki í landinum.
Vindurin av útnyrðingi ger, at stórar vatnnøgdir fara at floyma inn yvir Skagerak og Kattegat, og í morgin, tá ið hann skiftir yvir í eystan, fer tað at merkja fleiri øki í Østersøen í Danmark.
Tað er nakað sum hendir eina ferð hvørt hundrað ár, sigur danska veðurstovan við Eb.dk.