Danir hava fleiri sjúkradagar enn áðrenn korona

Danir taka fleiri sjúkradagar frá arbeiði enn árini undan koronufarsóttini.

Danir melda seg oftari sjúkar enn áðrenn koronufarsóttina. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað vísir ein greining frá danska Vinnuhúsinum, sum hevur kannað gongdina í sjúkrafráveruni hjá dønum frá 2019 til 2023 við støði í tølum frá Danmarks Statistik.

Í tí almenna er sjúkrafráveran vaksin við 2,4 døgum í miðal fyri hvørt fulltíðarstarvsfólk í tíðarskeiðnum.

Hetta merkir, at miðaltalið av sjúkradøgum er 14,1 fyri hvønn starvsfólk á almennum arbeiðsplássum.

Millum fyritøkur og stovnar á privata arbeiðsmarknaðinum er hækkingin 1,3 sjúkradagar í miðal fyri hvørt fulltíðarstarvsfólk.

Miðaltalið av sjúkradøgum er sostatt upp í 8,2 í privatu vinnuni.

Samlaði vøksturin er 14.400 sjúkradagar frá 2019 til 2023.

 

/Ritzau/

 

Danir melda seg oftari sjúkar enn áðrenn koronufarsóttina. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix