Danir harta føroyingar í sildamálinum

Teir, sum eiga tey størstu donsku uppsjóvarskipini, eru sera misnøgdir við, at føroyingar hava gjørt av at áseta sær sína egnu sildakvotu.

-Tað er bæði órímiligt og óskiljandi, at Føroyar hava valt at standa uttan fyri avtaluna um sildina, sigur stjórin í felagnum hjá uppsjóvarskipunum, Esben Sverdrup-Jensen, sambært Dansk Fiskeriforening.

-Í okkara eygum eru føroyingar ikki til at tosa við, og hetta vísir, at tað ber ikki til at fáa eina samráðingarloysn við Føroyar. Tí eiga handilstiltøk at verða sett ímóti teimum nú, sigur Esben Sverdrup- Jensen.