Danir høvdu valt Helle

Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði andstøðan vunnið, og Helle Thorning-Schmidt hevði tikið við sum forsætisráðharri. Tað sæst í einari nýggjari meiningakanning, sum sigur, at andstøðan hevði fingið 89 tinglimir og teir borgarligu flokkarnir 86, um fólkatingsval hevði verið nú.

Kanningin vísir, at Sosialdemokratarnir høvdu fingið 29,2 prosent, um val var nú, og flokkurin hevði sostatt havt munandi framgongd samanborið við valið í 2007, tá hann fekk 25,5 prosent.

Tað gongur tann øvugta vegin hjá Vinstra. Í dag hevði flokkurin fingið 22,4 prosent av atkvøðunum ímóti 26,2 prosentum á valinum fyri trimum árum síðani.

Hin stjórnarflokkurin, Tey Konservativu, fær heldur ongan ugga í teirri nýggju kanningini. Tvørturímóti vísir hon, at flokkurin hevði fingið 6,5 prosent, um val var nú. Á valinum í 2007 fekk hann 10,4 prosent.