Danir høvdu ongar trupulleikar av Kili

Fyrsti HM-dagur er farin afturum - kappingin byrjar veruliga í morgin

Danmark vann fyri løtu síðani sín fyrsta dyst í HM endaspælinum á heimavølli við 39-16 á Kili, eftir 22-4 í hálvleikinum.

 

Vertstjóðirnar báðar, Týskland og Danmark, spældu sínar fyrstu dystir í kvøld, og í báðum førum gjørdist talan um greiðar og væntaðar sigrar.

Les eisini: Týskland vann søguliga dystin á sameinda Korea

 

Eins og Føroyar í oktober mánaða, so máttu Kili ásanna at Danmark hevur eitt øgiliga sterkt landslið. Spurningurin var frá fyrsta bríksli bert hvussu nógvum málum danir fóru at vinna við, og at enda gjørdist munurin heili 23 mál, eftir at danir høvdu tikið sær nakað av løttum í seinna hálvleiki.

 

Ísland - Kroatia í morgin

Sostatt komu vertstjóðirnar báðar frá fyrstu dystunum sum ætlað, og kunnu leggja seg á odda í sínum bólkum, ið hesum fyrsta HM-kvøldinum í ár. í morgin eru nógvir dystir, og millum teir mest spennandi eru Ísland móti Kroatia og Serbia móti Russlandi. Báðir dystirnir byrja klokkan 17.00