Dávid Isfeld, Hósvík
Eg var glaður at síggja, at Helgi Abrahamsen kom við síni hugsan og fatan av míni meining, ið bar speirekandi heiti »Tíðindastubbi til Helga Abrahamsen«, tí tað gav mær høvi til at rætta nakrar misskiljingar hjá Helga av greinini hjá mær. Eg veit fullvæl, at har eingi nýggj tíðindi vóru, men tá ið eg havi lisið tað, sum Helgi Abrahamsen og hansara samsintu hava skrivað um blokkin í síðstani, er tað sum um, at tey hava gloymt, hvat fór fram í 80’unum, og tann vitnisburð, ið føroyski húsagangurin fyrst í 90’unum bar fram; nevniliga, at blokkurin og tað, at vera í ríkisfelagsskapi við Danmark, ikki er nøkur trygd fyri føroyska búskapin og vælferðina hjá føroyingum.
Mína meining um danir skal eg nokk sjálvur siga
Helgi Abrahamsen gjørdist firtin, tykist mær, yvir mínar neiligu útsagnir um blokkin, sum um eg júst hevði sagt okkurt ljótt um onkran av hansara kæru - blokkurin er altso bert ein peningaligur stuðul. Hetta fekk Helga at siga, at eg gav dønum og blokkinum skyldina fyri kreppuna í 90unum. Hetta er fullkomiliga ósatt. Eg havi ongantíð sagt ella sipa til, at danir høvdu skyldina, ella ein part av skuldini, í kreppuni hjá okkum - og tað haldi eg heldur ikki. Í míni grein segði eg bert, at blokkurin og danskt innlit í føroyskum politikki, ikki garanterar okkara búskap ella vælferð. Tað, at ein donsk ráðgevandi nevnd kom til Føroya árliga, undirstrikar bara mítt argument um, at danir fylgdu betur við fyrr enn nú, og hóast hetta, fóru vit ikki á húsagang, nú globala fíggjarkreppan herjaði - og enn herjar.
Eingin tilvild
Eg veit ikki hví Helgi Abrahamsen sigur, at eg í grein míni "spæli við tilvildarlig tøl". Har er als einki tilvildarligt við teimum tølunum. Tølini fyri fyrst í 90unum hava týdning, tí tað var tá, vit fóru av knóranum; tølini fyri 2002 hava týdning tí tað var tá, at vit skóru blokkin úr 980 mió. kr niður í 614 mió. kr; og tølini fyri 2009 hava týdning tí…ja, tað er jú í hesum ári vit liva í. Hesi tøl hava einki við spæl ella tilvild at gera - undrunarvert, at Helgi sigur so.
Sannleikin um yvirtøku av málsøkjum
Helgi Abrahamsen vildi eisini vísa aftur umfatandi lutin hjá dønum innan føroysk málsøkir, áðrenn og undir kreppuni. Hann sigur, at: "…flestu málsøki, sum eru yvirtikin tey seinnu árini, vóru í praksis yvirtikin eftir grein 9 í heimastýrislógini longu í 70unum." Hetta er bert ein lítil partur av sannleikanum, tí, sum Helgi sjálvur sigur: "í praksis", ið faktiskt merkir, so leingi danir eru nøgdir við føroyska "praksis" - tað er sanniliga eingin yvirtøka; bert eitt umsitingarloyvi. Í grein 9 stendur bara, at vit hava loyvi at semjast um okkara ávirkan ella yvirtøku av málsøkjum; tað er tað heila.
Aftan á kreppuna yvirtóku vit faktiskt eina rúgvu av málsøkjum: Ráevni í undirgrundini, 1992; síðstu partarnir av málsøkinum telegraf- og telefonmál, 1997; havnir, umhvørvi, skúlamál og almenn forsorg, 2001; trygd á sjónum, 2002; fjølmiðlaábyrgd, lóggávan kring uppboðssøluhaldarar, vaktarvirksemi og løgfrøðiliga hjálp o.a., 2006; tilbúgving og fólkakirkjan, 2007; mát og vekt tænastan, skipaeftirlitið, veðurtænastan og fleiri onnur mál. Satt at siga skilji eg ikki, hví Helgi Abrahamsen sigur, at vit so at siga eingi málsøki hava yvirtikið síðan 70ini, tí tað er beinleiðis ósatt - tak ikki mítt orð fyri tað; vitja www.tinganes.fo.
Helgi Abrahamsen spyr eisini um tit skulu trygva mínum tølum og búskaparvøkstrinum frá 2002 - 2009 upp á 21%. Fyrst av øllum eru hetta ikki míni tøl. Síðani kunnu tit, Helgi og onnur áhugaði, altíð vitja heimasíðuna hjá Fíggjarmálaráðnum og kanna eftir - tað gjørdi eg.










