Triði hvør dani etur ikki morgunmat, og tað eru serliga ungfólk, sum ikki eta tíðliga á morgni. Tað vísir ein kanning, sum blaðið Samvirke hevur gjørt millum 2000 danir.
- Tað hevur stóran týdning fyri okkara heilsu at eta morgunmat. Nógv av teimum, sum viga ov nógv, eta ikki morgunmat, sigur kostráðgevin Per Brændgaard.
Hann heldur, at tað er eitt vánaligt hugskot at leypa morgunmatin um - serliga um tú ætlar at halda vektina. Orsøkin er, at ein góður morgunmatur fær fólk eta minni feitt og færri kaloriur seinni á degnum.
Um fólk ikki eru svong um morgunin, kann ein loysn verða at eta minni um kvøldið.