Danir fylgja leistinum hjá svium

Eftirlitið við týska markið verður nú hert.

Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundinum í dag.

Tað hevur vakt ans um allan heim, at Svøríki frá í dag av hevur hert eftirlitið við danska markið, og krevja nú samleikaprógv frá teimum ferðandi í eini roynd at minka um streymin av flóttafólkum til landið.


Frammanundan varð mett, at nýggja støðan kundi føra við sær, at flóttafólkini í staðin hópast upp í Danmark, tá tey ikki sleppa víðari. Tí hevur eisini verið ført fram, at danska stjórnin umhugsaði, at sjálv herða eftirlitið við markið til Týsklands.


Dagurin var heldur ikki meira enn hálvrunnin, fyrr enn danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, á tíðindafundi boðaði frá, at tað er júst tað, ið danska stjórnin hevur avgjørt.


Í fyrstu atløgu verður eftirlitið hert í 10 dagar, men tað kann leingjast við 20 døgum aftrat. Talan verður tó ikki um, at øll, ið ferðast um markið mugu vísa samleikaprógv, men at løgreglan fer at gera fleiri stikkroyndir.


- Hetta er eitt stórt stig, og tað skal síggjast í ljósinum av álvarsomu fólkaflytingunum og flóttafólkakreppuni, ið Evropa er í. Hetta er nokk størsta og mest fløkta kreppan, ið vit hava sæð í hesi øldini, segði forsætisráðharrin á tíðindafundi.


Lars Løkke Rasmussen upplýsti á fundinum, at 91.000 flóttafólk eru komin til Danmarkar síðani september, har av 13.000 hava søkt friðskjól í Danmark. Restin er farin víðari til Noreg ella Svøríki. 

Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundinum í dag.

Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundinum í dag.

Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundinum í dag.

Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundinum í dag.

Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundinum í dag.