Danir flyta til býirnar

Hóast húsaprísirnir í Danmark eru munandi lægri á bygd enn í býunum, flyta alt fleiri og fleiri til býirnar at búseta seg

Framrokningar hjá donsku hagstovuni vísa, at tey næstu 35 árini fer fólkatalið í syðru helvt av Jútlandi á og Bornholm at minka ímillum fimm og tíggju prosent. Hinvegin veksur fólkatalið í høvuðsstaðarøkinum, á Vestursælandi, við Århus og á Vejle-leiðini.
Danska stjórnin hevur júst samtykt ein umfatandi kommunubygnað, men sambært Niels Groes, professara fær bygnaðarbroytingin onga ávirkan á hugin hjá fólki at flyta til býirnar.
Niels Groes sigur við Politiken, at tað broytta samfelagið kann hava við sær, at munur verður á teimum almennu tænastunum í teimum einstøku økjunum. Tí heldur hann, at tey fátæku økini eiga at fáa ein størri part av skattainntøkunum í teimum ríku økjunum fyri at javna munin.