Danir fingu Ungarn

Nú er greitt, at Danmark skal spæla ímóti Ungarn í fjórðingsfinaluni í HM-kappingini í manshondbólti. Dysturin verður mikukvøldið.

 

Ungarn tryggjaði sær í kvøld pláss í fjórðingsfinaluni við at vinna á Póllandi. Dysturin bleiv ongantíð spennandi, og í seinna hálvleiki var stórur munur á liðunum. Tað var kortini ikki minst góðum málmansspæli hjá ungarska Roland Mikler fyri at takka, at Ungarn at enda vann tryggan sigur 27-19.

 

Í teirri seinastu áttapartafinaluni spældu Kroatia og Hvítarussland, og hendan dystin vunnu teir kroatisku favorittarnir lættliga.Úrslitið gjørdist 33-24.

Kroatia skal í fjórðingsfinaluni møta Fraklandi, og viðmerkjarar eru á einum máli um, at hetta verður eitt brak av einum hondbóltsdysti.

 

Fjórðingsfinalurnar í HM eru sostatt hesar:

Danmark - Ungarn

Týskland - Spania

Kroatia - Frakland

Russland - Slovenia

 

Allir dystirnir verða mikukvøldið.