Tólv ferðir um árið fara danir til lækna ella tannlæpkna ella ringja til læknan um heilsutrupulleikar Tær donsku kvinnurnar venda sær til læknan 14 ferðir um árið í meðal, meðan menninir gera tað níggju ferðir.
Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at tað eru ikki pensjonistar ella eftirlønt, sum toga hagtølini uppeftir.
Hagtølini, sum umfata árini frá 1994 til 2005, vísa, at heilsan hjá teimum eldrú í Danmark hevur verið batnandi bæði hjá monnum og kvinnum, sigur kringvarpið DR.










