Danska stjórnin fer í morgin at almannakunngera eina búskaparætlan fyri árini til 2015. Millum annað lækkar skatturin Teir seinastu dagarnar hava teir báðir stjórnarflokkarnir tingast um eina búskaparætlan fyri tey næstu árini, og danskir fjølmiðlar siga í kvøld, at nú eru flokkarnir samdir.
Enn vil eingin siga, hvat semjan ber í sær, men tað er kortini greitt, at skattalætti er ein partur av semjuni. Hvussu stórur hann verður, veit eingin, men TV2 heldur seg vita, at danir fáa 10 mia. krónur í skattalætta.
Vinastri hevur talað fyri at lækka skattin hjá teimum lágløntu, men Konservativi Fólkaflokkurin vil eisini hava minni toppskatt. Sambært Ritzau eru flokkarnir vorðnir samdir um at lækka skattin í botninum, í miðjuni og ovast.