Hóast veðrið í Danmark hevur verið sera ólagaligt teir seinastu dagarnar, er so mikið av toski á uppboðssøluni, at tey, sum framvegis halda tann gamla siðin at eta feskan tosk á nýggjárinum, fáa nóg mikið.
Tað er serliga í Norðsjónum, at veðrið hevur verið vánaligt, og tí er heldur eingin toskur úr Norðsjónum á uppboðssøluni í dag. Hinvegin hevur tað viðrað betur í Eystrasalti, so har hava bátarnir verið úti, og tí kemur tað mesta av nýggjárstoskinum haðani í ár. Eitt nú eru millum 60 og 70 tons av toski úr Eystrasalti á uppboðssøluni í Hvide Sande.
Sten Rønn Steen hjá Danske Fiskeauktioner sigur við danska kringvarpið, at hann roknar við, at tey, sum vilja hava tosk á borðið gamlaárskvøld, fáa nóg mikið.