Danir fáa 10 mia. krónur í skattalætta

Eftir drúgva togan millum stjórnarflokkarnar hevur danska stjórnin nú boðað frá 10 mia. krónum í skattalætta

Uppskotið, sum varð almannakunngjørt fyrrapartin í gjár, ber í sær, at skattastigin verður broyttur, samstundis sum ein arbeiðsmarknaðarfrádráttur kemur í skattaskipanina.
Broytingin í skattastiganum hevur við sær, at markið fyri, nær fólk skulu rinda millumskatt, hækkar 60.000 krónur, men hetta skal gerast yvir eitt fýra ára skeið. Arbeiðsmarknaðarfrádrátturin verður 2.400 krónur um árið.
Stjórin sigur, at skattalættin fer at kosta ríkiskassanum 10,6 milliardir krónur, tá allar broytingarnar eru farnar at virka. Tað verður í 2008. Peningin ætlar stjórnin at fáa innaftur við at skerja vøksturin í teimum almennu útreiðslunum úr 0,7 prosentum í 0,5 prosent og við effektiviseringum.