Í 2011 koyrdi hvør einstakur dani 718 kilo av ruski í ruskspannina, og tað er meiri, enn fólk í hinum londunum í Evropa gera. Meðalnøgdin í Evropa er 503 kilo, og Estland er tað landið, har fólk koyra minst burtur ella knappliga 300 kilo í meðal um árið.
Í Danmark verður 54 prosent av ruskinum brent, og tað er nógv samanborið við onnur lond í Evropa, men so skal eisini havast í huga, at í fleiri londum í Mið- og Eysturevropa brenna tey als ikki rusk.
Í Týsklandi endurnýta tey 45 prosent av ruskinum. Í Danmark 31 prosent.