Danir eru troyttir av dunnufeitti, tá jólini eru løgd aftur um. Nú vilja teir hava fisk, og toskur er framvegis ovast á ynskilistanum nýggjársaftan. Men prísurin er høgur. Toskur er framvegis veitslurætturin hjá dønum nýggjársaftan og verður borðreiddur, eftir at drotningin hevur hildið sína nýggjársrøðu fríggjakvøldið.
P. Clausens Fiskehandel við havnina í Århus er elsti fiskahandil í Danmark.
Iben Clausen, sum arbeiðir í handlinum, sigur, at sjálvandi selja tey mest av toski, nú tað stundar til nýggjársaftan.
- Toskur er framvegis ein inngrógvin partur av donsku matmentanini. Fólk halda fast um toskin, og síðan kemur hummarin, sum eisini er vorðin ein traditión fyri mong, sigur hon.
Iben Clausen vísir á, at dunnufeittið hongur út av oyrunum á fólki, nú jólini eru løgd afturum.
- Nú vilja tey hava fisk, og fólki dámar eisini væl at gera sær túrin oman í havnina at keypa sær fisk, sigur hon.
Iben leggur aftrat, at tá eftirspurningurin er stórur, økist prísurin eisini.
- Bíligasti nýggjárstoskurin við høvdi kostar beint nú slakar 60 krónur fyri kilo, og tað er ikki nógv meiri enn vanligt, sigur Iben Clausen hjá P. Clausens Fiskehandel í Århus.
Heimasíðan hjá Danmarks Fiskeritidende skrivar, at toskurin er uppaftur dýrari, um hann verður skorin og seldur klárur til brúks.
Ein fiskahandlari í Vordingborg, John Andersen, sigur, at prísirnir á toski eru øktir munandi hesar seinastu dagarnar.
- Keypir tú nýggjárstosk við ymiskum tilhoyri, noyðist tú heilt upp á einar 70-80 krónur fyri kilo.
John Andersen væntar at selja einar 800 toskar um diskin í dag og í morgin, og hvør toskur vigar millum 3 og 6 kilo.