Í roynd og veru er tað Danmark, sum er størsta forðingin fyri, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Tað staðfestur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum.
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu er við føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum.
Poul Michelsen sigur, at javnan verður sagt, at tað er Helsinkisáttmálin, sum forðar fyri, at Føroyar verða sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum. Helsinkisáttmalin er sáttmálin, sum Norðurlandaráðið er bygt á, og hann verður eisini onkuntíð kallaður norðurlendska grundlógin.
Og tað verður ført fram, at eftir honum eru tað bara sjálvstøðug lond, sum kunnu verða limur í Norðurlandaráðnum og tískil er okkara limaskapur at meta sum ein eygleiðarastøða, har vit hava talirætt, men ikki avgerðarrætt.
Men Poul Michelsen er sannførdur um, at tað er danska stjórnin, sum er veruliga forðingin fyri at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Danska stjórnin tvíheldur nevniliga um, at tað er ímóti grundlógini – og uttanríkispolitiska lógin – ikki loyvir sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í stovni ella sáttmálum, har Danmark er limur.
– So leingi danska stjórnin hevur hesa støðu, er ikki sannlíkt, at Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í norðurlendska samstarvinum, sama um Helsinkisáttmálin verður broyttur ella ikki.
Landsstýrismaðurin sigur, at tí er neyðugt, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða skipað av nýggjum, og at vit sleppa úr teimum avmarkingum, sum nú eru fyri, hvar og hvussu, Føroyar kunnu verða umboðaðar í millumtjóða samstarvi.