Danir eru glaðir fyri Pál

- Vit eru sera fegin um, at vit hava Pál Joensen við á okkara lið til OL. Hann hevur nógv at siga fyri liðið við sínum venjingarmentaliteti, og so var tað jú honum fyri at takka, at vit komu við í liðkappingina í fýra ferðir 200 metra frísvimjing. Jú, vit eru sera glað fyri Pál.

 

Tað er elitustjórin hjá donsku svimjarunum, Lars Sørensen, ið letur rósurnar falla yvir okkara fremsta svimjara, sum saman við danska hópinum fyrireikar seg til OL.

 

Lars Sørensen kann væl liva við, at Pál Joensen kostaði einum øðrum donskum svimjara plássið á longsta teininum.

 

- At Pál er við okkum, kostaði so Mads Glæsner plássið í 1500 metra frísvimjing, tí Mads kláraði ikki A-kravtíðina, sum atljóða svimjisambandið hevði ásett, sigur Lars Sørensen.

 

- Reglurnar siga, at skal eitt land hava tveir svimjarar við í eini kapping, skulu báðir klára A-kravtíðina. Tíverri fyri Glæsner, kláraði hann bara B-kravtíðina. Tí er Pál einsamallur frá okkum í hesi kappingini, sigur Lars Sørensen, elitustjóri.

 

Mynd: Pál Joensen í viðtalu við Allan Nielsen, tíðindamann frá Politiken. Jón Bjarnason hevur tikið myndina.