X-Factor
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Sum Ársins Songrødd í Føroyum 2008 og vandur performari bæði á Summarfestivalinum 2008 og á spælistøðum kring landið, er 18 ára gamla Anna Nygaard av Glyvrum ikki heilt óvon við miðlar og miðlaumrøðu.
Tó ásannar Anna, sum nú býr í íbúð í Keypmannahavn, at tað er ringt at fata, júst hvussu stóra umrøðu hon fær, eftir at tað fríggjakvøldið varð varpað út í næstan hvørt hús í ríkinum, meðan Anna bergtekur dómarapanelið í X-Factor 2010.
Longu dagin eftir er hon á forsíðuni á Ekstra Bladet, umframt at eisini Se&Hør skrivar um hana á heimasíðu sínari. Men hvussu reagerar Anna, nú danskir miðlar brádliga venda eyguni eftir henni?
- Also, eg taki tað øgiliga stilt, haldi eg. Tað gongur ikki ordiliga upp fyri meg enn, at tað er nakað stórt. Eg hugsi ikki so nógv um tað, at eg eri á forsíðuni á EkstraBladet og í Se&Hør, men tað er jú rættiliga stórt, sigur Anna Nygaard.
Loyndarmálini tað ringasta
Hóast Anna er von við eitt sindur av miðlaumrøðu, ásannar hon at hon sjálvandi noyðist at hugsa seg væl um, áðrenn hon nú úttalar seg til miðlarnar.
Men er tú bangin fyri donsku tabloid-pressuni?
- Nei, also sjálvandi hugsi eg um tað. Men so leingi man er vinarligur og fólkaligur móti pressuni, so gongur tað nokk, greiðir Anna frá.
Tað er tó ikki hvat sum helst, ið kann skrivast um hana, og tekur Danmarks Radio sær eisini væl av luttakarunum í somáta, at tey altíð hava vegleiðing tøka til tey, um tey ivast í onkrum við pressuni.
Men tað er jú heldur ikki hvat sum helst, sum tey sleppa at siga, og heldur ikki fyri hvørjum sum helst.
Tað, sum bleiv víst í sjónvarpinum fríggjadagin, var tikið upp fyri langari tíð síðani, og tað, sum verður víst fríggjadagin, er eisini tikið upp. Men Anna fær einki sagt um tað.
- Tað er ringt at skula halda upp á hemmeligheitirnar. Hetta er so spennandi og ræðuliga fjart frá tí, man vanliga upplivir, og so sleppur man ikki at fortelja tað, tað er nokso ringt, greiðir Anna frá.
Sjálvandi hevur hon fortalt teimum nærmastu, at hon kom víðari – sum vit eisini sóu í sendingini fríggjadagin – men har steðgar tað eisini, og eru bert tey partur av loyndarmálinum.
Verður steðgað á gøtuni
Longu sama kvøldið, sum at fyrsti parturin av loyndarmálinum hjá Annu er avdúkaður fríggjakvøldið, er Anna at meta sum eitt kent andlit.
- Ja, tað er nokso stuttligt, tí longu eina løtu aftaná vóru tað nøkur fólk í metro’ini, sum líka máttu vita, um eg var Anna Nygaard. Og ein kona kom yvir til mín í gjár, og bað um autograf til ommudóttrina hjá sær, fortelur Anna.
Sjálvstøðug í stórbýnum
Í summar varð Anna liðug á studentarskúla á Kambsdali. Tá flutti hon til Keypmannahavnar, har hon nú sjálvstøðug býr í einari íbúð. Seinasta hálva árið hevur hon gingið á Complete Vocal Institure í Keypmannahavn, sum hon so er liðug á nú.
Í løtuni leitar hon so eftir arbeiði í Danmark, og hon leitar eisini eftir tónleikarum, sum hon kann spæla saman við. At liva av tónleiki hevur leingi verið ein dreymur hjá henni, og eftir X-Factor verður tað nokk ikki verri at fáa nakað at gera við tónleikinum.










