Danir eiga ársins bestu bók

Tað var ein av favorittunum, Kirsten Thorup, sum fekk norðurlendsku bókmentavirðislønina í ár. Hon  fekk heiðurin fyri skaldsøguna endurminningar um kærleikan, sum kom út í fjør.

- Ein óvanliga rík skaldsøga, skrivaði Marta Norheim, ummælari hjá NRK um bókina, sum eisini væntaði, at Kirsten Thorup fór at fáa virðislønina í ár.

I bókini fylgja vit høvuðspersóninum Taru gjøgnum lív hennara, sum sjónleikari, arbeiðsleys, einslig mamma og síðani sum eina kvinnu, sum missir tamarhaldið á sær sjálvari og tilveruni.

 

Marta Norheim sigur, at tað serliga er sambandið millum Taru og dóttrina Siri, sum setir seg í lesaran.

- Bókin fevnir víða og rakar djúpt. Vit vita ongantíð, hvagar rithøvundurin leiðir okkum, men vit vilja fylgja við á ferðini, skrivar Marta Norheim.

 

Føroyska ískoyti var Sissal Kampmann fyri yrkingasavnið Sunnudagsland. Hetta merkir so, at eingin av teimum trimum føroyski tilnevningunum vunnu í ár.