Danir eiga rokningina fyri dynamittið

- Tað er óskiljandi, og ein grundleggjandi skeiv avgerð, at fíggjarmálaráðharrin knappliga hevur játtað, at føroyingar sjálvir skulu rinda fyri tann meirkostnað, ið uppruddingin av spreingievnunum á flogvøllinum hevur kostað.

Tað sigur Tjóðveldi, sum harðliga mótmælir tí avtalu, sum landsstýrið og danska stjórnin í gjár gjørdu, og har partarnir semjast um at fara í Íleggingargrunnin fyri Føroyar eftir teimum 28 milliónunum, ið tað kostaði at rudda gamla dynamittið burtur.

- Danska stjórnin hevði fulla ábyrgd av flogvøllinum, tá spreingievnið varð gravað niður, og áttu danskir myndugleikar sjálvandi ábyrgdina av at rudda hetta upp.

Føroyingar hava higartil goldið hvørja krónu av teimum forsømdu útbyggingunum á flogvøllinum í áratíggju, umvegis okkara egna grunn: Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Og nú verður gongdin enn margháttligari, sigur Tjóðveldi í almennari fráboðan.

Flokkurin vísir á, at niðurkapitaliseringin merkir, at 28 milliónir krónur eru minni í Íleggingargrunninum, og harvið eru 28 mió. kr. minni til aðrar útbyggingar í Føroyum.

- Ein fullkomiliga óskiljandi avgerð, sigur Tjóðveldi, sum vil hava Jørgen Niclasen at taka aftur avgerðina.

Tjóðveldi reisir eisini spurningin, hvørt landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heimild til at gera slíka avtalu, uttan at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.