Danir eiga at vera í Afghanistan

Hóast fleiri danskir hermenn eru falnir í krígnum í Afghanistan, eru tað støðugt fleiri danir, sum taka undir við, at Danm,ark hevur hermenn har. Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, vísir, at 50 prosent av teimum spurdu taka undir við, at danskir hermenn eru í Afghanistan.

33 prosent vilja hava hermenninar heim alt fyri eitt.

Afghanistan-serfrøðingurin Peter Dahl Thruelsen sigur við blaðið, at hann er ovfarin av, at so nógvir danir taka undir við, at landið hevur hermenn í Afghanistan. Hann heldur hetta vísa, at danir hava vant seg við støðuna.