Tað heldur formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Pia Kjærsgaard.
-Skulu teir donsku veljararnir eina ferð í tíðini taka støðu til at sleppa teimum fyrivarnum, sum Danmark hevur, og um eina nýggja ES-grundlóg, eiga teir eisini at fáa høvi til at atkvøða fyri at taka Danmark burtur úr samveldinum, sigur Pia Kjærsgaard.
Danski Fólkaflokkurin fer at halda landsfund um vikuskiftið, og hildið verður, at ES verður høvuðsevnið á fundinum. Serliga spurningurin um at geva londunum í Eysturevropa limaskap hevur áhuga hjá flokkinum. Danski Fólkaflokkurin krevur reglur, sum skulu avmarka møguleikarnar hjá fólki í Eysturevropa at leita sær inn á arbeiðsmarknaðin í teimum vesturevropeisku londunum.
-Mær tykir, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri kennir seg tvungnan til at vera vinarligur, nú hann er ES-formaður. Men hann skal taka annað skinn um bak, tí vit kunnu koma í ta støðu, at eysturevropeiskir arbeiðsmenn í hópatali fara at floyma inn yvir danska arbeiðsmarknaðin, og tað fer uttan iva at ávirka arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá teimum donsku løntakarunum tann skeiva vegin, sigur Pia Kjærsgaard.