Flogfelag Føroya er vorðið umboð hjá danska ferðavinnufelagnum Bravo Tours í Føroyum. Tað ber í sær, at ferðir, sum gjørdar verða við Bravo Tours úr Føroyum, skulu keypast beinleiðis á skrivstovunum hjá Flogfelag Føroya í Havn ella á flogvøllinum í Vøgum.
Í samband við avtaluna millum Bravo Tours og Flogfelag Føroya bjóðar danska felagið føroyingum tilboðsferðir til Svarahavið og út á Azorurnar í mei og juni maðnaða.
14. mei og 4. og 11. juni verða túrar gjørdir til bulgarsku Svartahavsstrondina í eina viku fyri. 4.650 krónur, sigur stjórin í Bravo Tours, Peder Hornshøj.
6. og 13 juni ber tila t sleppa til Azorurnar í eina viku fyri 5.750,- krónur. Ferðirnar verða gjørdar úr Føroyum umvegis Keypmannahavn, og búð verður á fýrastrjørnaðum hotelli.
Peder Honshøj sigur, at ferðingin úr Danmark víðari suðureftir fyri tað mesta er við Maersk Air.
Star Tour leggur seg í høvuðsheitinum eftir at selja charterferðir til sólríkar, suðurlendskar strendur.
?Hetta tykist verða ein ferðaháttur, sum føroyingum dámar væl, sigur Peder Hornshøj, sum leggur afturat, at Bravo Tours longu hevur selt fleiri bólkaferðir til føroyingar, sum hava vitjað hesi frítíðarplássini sunnanfyri.
Felagið hevur tó annað enn charterferðir til sólstrendurnar sunnanfyri, sigur stjórin í Bravo Tours. Eitt nú eru safari ferðirnar til Afrika eisni væl umtóktar, letur hann at.
Bavo Tours varð stovnað í Herning í 1999 og hevur høvuðssæti har, men er seinni víðkað við søluskrivstovu i Keypmannahavn.
Felagið nýtir flogfeløg á høgum støði so sum Maersk Air og Sterling, sigur stjórin. Flogið verður suðureftir úr Keypmannahavn, Billund og Aalborg ella somu lufthavnum, sum Atlantsflog flýgur til úr Føroyum, sigur hann.
Bravo Tours hevur ferðaleiðara, sum tosar danskt, á øllum støðunum, tey senda ferðafólk til.
Nógv tann størsti parturin av tí, felagið selur, eru charterferðir, sigur sjtórin. Ikki fyrri enn 98 prosent av søluni eru slíkar ferðir.
?Hetta passar væl til ferðamynstrið hjá Føroyingum, sigur Peder Hornshøj, sum vísir á, at føroyingum dámar væl at ferðast i felag, eitt nú við charterferðum, har ferðaleiðari er knýttur at. Tað er trygleikin, sum telur, sigur hann.









