Danir drekka minni brennivín, vín og øl enn fyrr, men teir roykja líka illa enn. Í 2005 drukku danir 10,4 litrar av reinum alkoholi í part, men nú vísa hagtølini, at teir drukku 10 litrar í part í fjør, sigur hagstovan í Keypmannahavn.
Hagtølini vísa, at tað er ikki bara brennivínnýtslan, sum er minkað, men at danir eisini drukku eina millión litrar minni av víni og øli í fjør enn árið fyri.
Tað er verri við roykingini. Í fjør roykti hvør dani yvir 14 ár 1.924 sigarettir í part, og tað var tað sama sum í 2005.