Danir døma EM-hálvfinaluna

Danska dómaraparið Per Olesen og Lars Ejby Pedersen koma at døma hálvfinaluna millum Ísland og Frakland, sum byrjar í morgin klokkan eitt.

 

Dysturin verður spældir í stóru høllini, Stadthalle í Wien. Per Olesen og Lars Ejby Pedersen hava gott orð á sær, og teir dømdu HM-finaluna í fjør, sum var millum Frakland og Kroatia.

 

Altjóða føroyski hondbóltsdómarin, Eyðun Samuelsen sigur í stuttari viðmerking til Portalin, at talan er um eitt gott og klókt val, og at hondbólturin vinnur við hesum. Eyðun Samuelsen leggur herðslu á, at botnstøðið hjá donsku dómarunum er sera høgt. Men ein hálvfinala til teir góðu donsku dómarnar merkir tíverri, at teir ikki koma at døma finaluna sunnudagin.