Palli Dalsgaard
Tað hvakk mangur maður við av tíðindunum í Sjónvarpinum týskvøldið, har greitt varð frá, at danir ikki vildu lata nýggjan prestagarð byggja á Glyvrum. Hvør orsøkin var, visti frásøgumaðurin ikki at siga, men mistanki var um, at fullveldisætlanin, sum spøkir í Føroyum, kundi vera ein orsøkin til, at so var.
Ikki vardi leingi, um enn eina so lítla sutnd, so sóu vit mynd av mentamálaráðharranum, sum ikki einans hevur talað fyri fullveldi, men hevur rópt tað út, so tað hevur rungað eftir í um at fáa fullveldi ongantíð ov skjótt. Burtur við øllum donskum, ja sjálvan grundlógardagin, tók hann av.
Nú hevur sama fullveldishetjan verið í Danmark og biðið danir um at byggja prestinum á Glyvrum prestagarð, og sum ikki einaferð, danir eru teir penu menninir, teir lovaðu at umhuga støðuna.
Hvør kann skilja nakað sum helst av tí, sum gongur fyri seg í hesum neyðars landi. Hvat skal fólkaatkvøða vera um? Vita teir tað sjálvir? Veljarin veit tað ikki.
At hugsa sær til allir pengarnir, ið nýttir eru til at fyrireika eitt so væl og virðiligt fullveldi, sum eingin skuldi kunna seta fingurin á, tá komið varð á mál, nú ikki hætta sær undir ein einasta prestagarð uttan hjálp úr Danmark.
Fyri ikki so langari tíð síðani varð spurnignurin um at yvirtaka Fólkakirkjuna nokkso aktuellur í føroysku bløðunum. Tá dittaði eg mær at skriva eitt lesarabræv í móti yvirtøkuni, óg vísti á, at um so var, at Fólkakirkjan bleiv yvirtikin, so kom ikki at ganga long tíð, til hon varð stongd.
Byggingin av prestagarðinum á Glyvrum er eitt talandi dømi um, at so hevði verið. Tá tann skrivingin var fyri, bleiv ført fram av bæði høgum og lágum, at tað voru einans 20 milliónir, íð kirkjan kostaði føroyska landskassanum. Tað var ikki rætt. Prestslønirnar vóru ikki íroknaðar hesar milliónirnar, tí tær koma beinleiðis úr Danmark.
Leggið fullveldisætlanina á hillina og farið til arbeiðis at røkja tey virði, vit hava, áðrenn alt fer í hundarnar.