Fyri nøkrum døgum síðani frættist, at danskir hermenn vóru komnir fram á nakrar gamlar granatir í einari bygd har eysturi í Irak nærhendis iranska markinum. Eitt ella annað flótandi evni er í granatunum, men tað er ikki greitt, um talan er um eitrandi evni ella ikki.
Í gjár avdúkaði danska blaðið Information, at irakar keyptu eina granatverksmiðju úr Danmark í 1986. Tað var fyritøkan DISA, Dansk Industri Syndikat, sum gjørdi verksmiðjuna, og serfrøðingar hjá fyritøkuni vóru í Irak og settu hana upp vestan fyri Bagdad, skrivaði blaðið.
Richard Guthrie, sum starvast á svenska friðargranskingarstovninum SIPRI, sigur, at granatirnar, sum donsku hermenninir hava funnið, eru gamlar. Tí heldur hann ikki, at tær kunnu takast sum nakað prógv fyri, at Irak hevði hópoyðingarvápn, tá USA og Bretland lupu á landið.
At irakar gjørdu granatir við eiturevnum í áttatiárunum er ikki nakað nýtt. Vesturheimurin visti, at Irak gjørdi og nýtti slík vápn í krígnum ímóti Iran, men tá varð Irak roknað sum eitt sameint land hjá Vesturheiminum í bardaganum ímóti tí víðgongda prestastýrinum í Iran.
Í síðstu viku kom fram, at USA hevur tikið 400 vápnaeftirlitsmenn úr Irak. Eftir at hava leitað í níggju mánaðir hava teir ikki funnið nøkur hópoyðingarvápn.