Danir brúka ov lítið av pengum

Tey seinastu árini hava danir verið so sparnir, at eftir bara fáum árum er uppsparingin tvífaldað. Men tað er ikki bara gott

Tað kann vera skilagott at spara, men vandi er í hvørjari vælferð, og nú ávara danskir búskaparfrøðingar um, at tann stóri sparihugurin kann steðga vøkstrinum í sam­felagnum.
Tøl, sum Danske Bank hev­ur gjørt upp, vísa, at síð­ani fíggjarkreppan byrjaði í 2007, hava danir tvífaldað sína uppsparing. Í meðal leggur hvørt húski 34.000 krón­ur til viks um árið, og til­samans gevur tað 86,5 milliardir krónur.
Samstundis stendur tann privata nýtslan í stað, og við verandi gongd er vandi fyri, at Danmark kann koma í somu støðu sum Japan, har ovurstórur sparihugur millum fólk hevur steðga vøkstrinum í búskapinum.
Stjórin í danska Tjóð­bank­anum, Niels Bernstein, sigur við Berlingske Tidende, at tann privara nýtslan er søguliga lítil. Sambært tølunum er nýtslan fýra prosent minni, enn hon var, áðrenn kreppan tók seg upp á heysti í 2007.