Danir brúka milliónir til graslíki

Danska fótbóltssambandið fer næstu tvey árini at verða við í byggingini av 23 graslíkisvøllum kring Danmark. DBU hevur sett 10 milliónir krónur av til hetta endamál, og málið er at hava gjørt vøllirnar lidnar, áðrenn næsta ár er lokið. Vøllirnir verða bygdir í samstarvi við feløgini, og ætlanin er, at teir skulu brúkast til vetrarvenjing, tá ið grasvøllirnir eru í ringum standi ella skulu hava frið. Longu nú kunnu graslíkisvøllir brúkast til dystir í deildunum undir 2. deild, og í mai skal aðalfundurin hjá DBU gera av, um graslíki kann brúkast til dystir í teimum trimum bestu deildunum. Í vetur eru dystir í Royal League spældir á graslíki, og tað gerst alsamt meira vanligt í Danmark og aðrastaðni at brúka graslíki til dystir