Um alt hevði gingið sum ætlað, hevði nýtslan hjá dønum verið 88 milliardir krónur størri í ár, enn hon í veruleikanum er. Tað sigur leiðandi búskaparfrøðingurin hjá Danske Bank, Steen Bocian, við TV2.
-Høvdu vit havt ein vanligan vøkstur í nýtsluni upp á tvey prosent um árið, síðani nýtslukreppan tók seg upp í 2007, hevði nýtslan í ár verið 88 milliardir krónur størri, enn hon er, sigur hann. Tað merkir, at hvør einstakur dani hevði brúkt 15.700 krónur meiri í ár, og at eitt meðalhúski hevði brúkt 40.000 krónur meiri.
Steen Bocian væntar ikki, at danir fara at økja nýtsluna stórvegis í næstu framtíð. Hann sigur, at tann búsksparliga óvissan við minkandi partabrævavirði, minkandi bústaðarvirði og stórum arbeiðsloysi fáa fólk at goyma pengarnar.