Føroyski samhandilin við Russland er aftur í fokus í Danmark, eftir at Nick Hækkerup, ið er talsmaður fyri danska Javnaðarflokkin í uttanríkismálum, hevur sett Anders Samuelsen, danski uttanríkisráðharranum, stevnu í uttanríkisnevndini hjá Fólkatinginum fyri at svara upp á nakrar spurningar, um ein møguliga fríhandilssáttmála millum Føroyar og Danmark.
Í síðstu viku vóru eisini Nick Hækkerup og Michael Aastrup Jensen, ið er talsmaður hjá Venstre í uttanríkismálum, endurgivnir í samrøðu við TV2 fyri at finnast at føroysku samhandlinum.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, tekur tó ikki atfinningarnar í serliga stórum álvara.
- Danir blanda tingini saman. Handil er eitt yvirtikið málsøki í Føroyum og vit hava handlað við russar í yvir fjøruti ár. Tað nýggja í hesum er avtalan um eitt ætlanarskriv, ið merkir at vit arbeiða móti at gera ein avtalu. Um tað er ein fríhandilsavtala ella ein onnur avtala er ikki greitt enn. Men vit eru samd um at samráðast um eina avtalu, sigur Poul Michelsen.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at tað avgjørt er gott fyri føroyingar, at man hevur gott samband til fleiri marknaðir. Tað hava vit lært av stríðnum við ES.
- Vit hava allar orsøkir at halda, at vit muga spjaða okkara útflutning yvir fleiri marknaðir. Tak t.d. tað ES gjørdi móti okkum, tá ið vit blivu útihýst úr donskum og ES havnum, í eini roynd at trýsta okkum at geva eftir fyri teirra krøvum.
- Tá var umleið 70 prosent av handlinum við ES. Tað er greitt, at tað ber ikki til, og muga vit hava fleiri møguleikar..
Landsstýrismaðurin upplýsir, at sum støðan er nú, so er ES størsti marknaðurin, ið føroyingar handla við. Harnæst er Russland, USA og síðan Kina.
- Tað er ikki fullkomiliga javnt býtt, men hampiliga væl býtt, so um vit verða útilokað frá einum marknaði, so hava vit aðrar, sigur Poul Michelsen.
Landsstýrismaðurin heldur eisini lítið um, at man frá danskari síðu letur sum um, at talan er um eitt umfatandi boykott, tá teir í veruleikanum hava økt um sín útflutning.
- Samstundis sum Danmark sigur hetta, so økja teir samhandilin á allar aðrar mátar. Matvørur er einans trý prosent hjá teimum, so tað er lætt hjá teimum at sleppa tí, meðan russiski marknaðurin hjá okkum er 27 prosent av okkara útflutningi, so avleiðingarnar fyri okkara viðkomandi eru nógv størri enn hjá dønum, sigur landsstýrismaðurin og leggur afturat.
- Men meðan teir siga vit eru amoralskir, tí vit loyva okkum at økja okkara handil, so hava teir eisini økt sín útflutning. Munurin er bara, at vit útflyta fleiri matvørur, meðan teir økja útflutning við maskinum, tøkni og øðrum.