Toskaprísurin er ógvuliga góður í løtuni. 
Í vikuni, sum fór, skiltist, at besti toskurin á føroyska marknaðinum fór fyri meira enn 30 krónur fyri kilo, og toskur 3 fór fyri millum 25 og 30 krónur fyri kilo. 
Hetta er góður fiskaprísur. 
Og tó. 
Hóast hetta ljóðar nógv í okkara oyrum, er hetta kortini ikki besti toskaprísur um okkara leiðir í løtuni. 
Ein kanning, sum ein íslendsk net-síða hevur gjørt, vísir, at besti toskaprísurin í seinastuni hevur verið á marknaðinum í Hanstholm í Danmark. 
Har er besti sløgdi toskurin sambært íslendsku net-síðuni seldur fyri heilar 48 krónur fyri kilo.









