Danir bíða við útmeldingunum

Í dag er fundur í donsku Føroya-nevndini um sjálvstýrissamtyktina. Men nógv bendir á, at verða noydd at bíða til orðaskiftið á Fólkatingi 9. mai eftir donskum svari

 

Tað verður helst ein friðarligur fundur hjá donsku Føroya-nevndini hjá Fólkatinginum í dag um føroysku sjálvstýrissamtyktina.

Sum skilst av Christiansborg, er tað ikki hesin fundurin, men spurnarorðaskiftið um Føroyar í Fólkatinginum, sum verður áhugavert fyri sjálvstýrissamtyktina.

Danskir politikarar vænta ikki, at Poul Nyrup Rasmussen í dag fer at koma við einari útsøgn um, hvat hann heldur um sjálvstýrissamtyktina hjá løgtinginum. Uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks varð samtykt 20. apríl í ár, og eingin viðmerking er komin frá danska stjórnarleiðarnum um tað síðani.

Men spurnarorðaskiftið um Føroyar í Fólkatinginum 9. mai skal enda við eini samtykt, har Fólkatingið sigur sína meining um ætlanina hjá landsstýrinum og framtíðarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark yvirhøvur.

Endamálið við orðaskiftinum er nevniliga at gera støðuna hjá Fólkatinginum og stjórnini greiða, so landsstýrið kennir støðuna. Tí verður tað hesin fundurin, ið verður grundarlagið undir víðari samskiftinum millum Føroyar og Danmark, hvat sjálvstýri viðvíkur.

Vantandi verður tað ein breiður meiriluti, ið 9. mai samtykkir linjuna hjá donsku stjórnini mótvegis Føroyum í framtíðini.