Danir atkvøða ja fyri Palestina

Í morgin skal ST atkvøða um eitt má, sum hevur til endfamáls at geva Palestina limaskap sum eygleiðara í ST og tað hevur danska stjórnin samtykt at taka undir við - og tann atkvøðan er sostatt eisini vegna Føroyar.

Palestina verður kortini ikki fullgyldugur limur.

Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, sigur, at hetta er eitt gamalt ynski hjá Palesetina.

- Eg haldi, at Palestina eigur rós uppiborið fyri eitt eitt hóvligt uppskot, sum ikki eigur at elva til stríð, sigur hann í tíðindaskrivi í morgun.

- Uppskotið leggur dent á, hvussu neyðugt tað er at friðartingingarnar halda fram, sum skal tryggja Palestina og sín egna stat á tryggum tilverugrundarlagi saman við Ísrael.

Villy Søvndal sigur, at hetta er ein ætlan, sum Danska stjórnin tekur undir av fullum huga og sum vit fara at atkvøða fyri, sigur Villy Søvndal.

- Danska stjórnin fer av fullum huga at virka fyri, at hendan søguliga atkvøðugreislan í ST, aftur setir ferð á friðartingingarnar og vit heita á partarnar um at taka tingingarnar upp aftur av álvara við tí endamáli at skipa tveir

statir.

Danski uttanríkisráðharrin leggur tó dent á, at trygdin hjá Ísrael hevur stóran týdning fyri donsku stjórnina.