Danin Andreas Mogensen er nú farin út í rúmdina

Eftir fleiri útsetingar er danski rúmdarmaðurin Andreas Mogensen og manning hansara komin út í rúmdina á veg ímóti rúmdarstøðini ISS

 

Rúmdarfarið við danska skiparanum Andreas Mogensen umborð er komið í ta hæddina, har manningin nú er í vektloysi. Liðið hevur við sær eina bamsu heimanífrá, sum flýgur runt inni í rúmdarfarinum.

Klokkan 08.27 í morgin fóru Andreas Mogensen og manning hansara avstað ímóti rúmdini.

Tað sæst á livesending frá Nasa.

Uppsendingini av rúmdarfarinum »Endurance« av slagum Dragon var frá Kennedy Space Center í amerikanska statinum Florida.

Andreas Mogensen skal á ferðini við navninum Huginn vera í seks mánaðir á Altjóða Rúmdarstøðini ISS.

Her skal 46 ára gamli danski rúmdarmaðurin luttaka í fleiri royndum og viðlíkahaldi av rúmdarstøðini.

 

##med2##

Ferðin er útsett fleiri ferðir. Seinast í gjár, tá ætlanin var, at tey skuldu sendast avstað klokkan 09.49 danska tíð.

Rúmdarævintýrið varð tó útsett til í dag vegna onkran tekniska smálut, segði Andreas Mogensen í gjár við DR.

/ritzau/