Danielsen og Roskilde fingu eitt stig

Atli Danielsen og FC Roskilde spældu javnt í móti FC Vestsjælland í gjár, men fullu eitt pláss aftur á stigatalvuni, tí Fredericia vann á Hvidovre og eru sostatt nummar sjey. Málið hjá FC Roskilde er annars at enda nummar seks í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, og tað ber framvegis til, um FC Roskilde vinnur á Kolding FC sunnudagin og annaðhvørt Brønshøj ella Fredericia tapir.

Gongst sum ætlað, er talan um besta kappingarárið hjá FC Roskilde nakrantíð. Hinvegin kann liðið hjá Atla Danielsen ikki enda longur niðri enn nummar átta, og tað eru tey í FC Roskilde væl nøgd við.

 

Dysturin í móti FC Vestsjælland endaði 1-1. Atli Danielsen, sum aftur hevur fingið landsliðsboð eftir at hava hildið ein steðg orsaka av lesnaðinum, spældi eins og vanligt dystin á tamb miðvøllinum, har hann eisini tiltuskaði sær eitt gult kort í seinna hálvleiki.

 

Seinasta umfar í næstbestu donsku fótbóltsdeildini verður sunnudagin.