Undir einari húsarannsókn í West Harford í amerikanska statinum Connecticut fann løgreglan ta 15 ára gamlu Daniellu Cramer, sum hvarv fyri næstan einum ári síðani.
-Gentan var í einum lítlum rúmi, sum var umleið ein metur til hæddar og hálvan annan metur hvønn vegin. Hon hevur liðið nógv, segði løgregluovastin Jeffrey Blatter á tíðindafundi seinni.
Tann 41 ára gamli maðurin, sum búði í húsunum, varð tikin alt fyri eitt, og 40 ára gamli sambúgvi hansara er eisini skuldsett í málinum. Løgreglan sigur, at málið er neyvan heilt greitt enn, tí tað vísir seg, at tann 41 ára gamli maðurin og foreldrini hjá Daniellu Cramer eru kenningar. Ein frágreiðing kann vera, at gentan rýmdi heiman og fekk tann 41 ára gamla at fjala seg. Men løgreglan sigur, at málið er álvarssamt kortini, og hon vísir ikki aftur, at gentan kann hava verið fyri kynsligum ágangi.