Sandur: Seinnapartin í gjár var hátíðarløta á Mørkini Miklu.
Klokkan 17 setti Daniella Olsen hakan í fyri nýggja bókasavninum, ið skal byggjast við umsitingarbygningin hjá Sands Kommunu.
Ein rúgva av fólki var samankomin til hátíðarløtuna. Eftir løtuna uttanfyri varð boðið inn til smyribreyð og annað gott.
Í takkarrøðu síni bar borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu uppá mál, at tíðarandin í dag ber brá av sjálvsøkni. Við slíkum hugburði verður arbeitt fram ímóti at hjúkla um sítt egna, og hinvegin at krevja nóg mikið fyri tað íkast, ein letur samhaldsfasta samfelagnum gjøgnum skattaskipanina.
- Men sum lýsandi vitar, og ímóti harða rákinum, standa úrmælingar, kvinnur og menn, sum sjálvboðin leggja tey eyka klípir í varðan, sum ríka okkum øðrum gerandisdagin. Tey finnast framvegis í føroyska samfelagnum, og Daniella Olsen er ein av hesum úrmælingum, vísti borgarstjórin á.
Hann legði dent á, at við hesi framúr gávuni til Sands kommunu, uppá ikki minni enn tvær milliónir krónur, umframt hennara egna savn av bókum, er grundarlag lagt fyri at raðfesta eitt øki, sum ongantíð í Sandoyar søgu hevur fingið ta rúmd, sum bókfólkið í oynni hevur uppiborið.
Arbeitt hevur verið við hesi ætlanini síðani í januar 2001, og nú er ætlanin at tað skal verða liðugt beint undan jólum í ár.
Bókasavnið verður bygt og samanbundið umsitingarbygninginum hjá kommununi. Bygningurin verður í tveimum hæddum, og er uppá umleið 360 fermetrar.










