Daniel skal venja VÍF-kvinnur

Tað verður Daniel Rápa, sum í vetur skal taka sær av besta kvinnuliðnum hjá VÍF. Eftir fráveru í eitt ár skulu vestmannakvinnur nú aftur spæla í Sunset-kappingini, og nú er venjaraspurningurin loystur. VÍF boðar á heimasíðuni frá, at Daniel Rápa er settur sum venjari hjá kvinnunum. Daniel hevur eisini áður virkað sum venjari hjá VÍF. Í fjør var hann ein av berandi spælarunum hjá KÍF, og tað er sannlíkt, at hann eisini komandi árið fer at spæla við teimum.