Daniel og liðfelagarnir vunnu seg víðari í steypakappingini

Í Thisted fegnast teir um at hava knógvað Skive í donsku steypakappingini

Í kvøld ferðaðust Daniel Johansen og liðfelagarnir í Thisted til Skive, fyri at spæla dyst móti Skive í donsku steypakappingini.

 

Thisted vann dystin 3-1. Daniel var á vøllinum allan dystin.

 

Skive-Thisted 1-3 (0-2)

 

26’ 0-1 Ahmad Gero

 

39’ 0-2 Ahmad Gero

 

75’ 1-2 Yao (Skive)

 

79’ 1-3 Oliver Andreasen

 

Tað hevur annars ikki gingið so væl hjá Thisted í triðbestu donsku deildini. Í løtuni eru teir næstaftast í deildini við bert trimum stigum fyri fimm dystir.

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 møtir Thisted Skive á heimavølli. Hesaferð verður talan um dyst í triðbestu deildini. 

 

Liðið hjá Hørði H. Askham, AB megnaði uttan Hørð, ið er á ferð við føroyska landsliðnum at vinna seg víðari í steypakappingini við einum 4-3 sigri aftaná longda leiktíð á SfB-Oure á útivølli. 

 

AB má aftur klára seg uttan Hørð komandi fríggjakvøld klokkan 18, tá teir spæla dyst móti Roskilde á útivølli í triðbestu deildini.