Daniel Johansen til HB

Betri deildin menn: Vinstri bakkurin er komin aftur til føroyskan fótbólt

Alt bendir á, at HB í morgin kunnger at felagið hevur gjørt sáttmála við Daniel Johansen. Keldir í HB siga, at tað hevur allatíð verið ætlanin, at vinstri bakkurin kemur aftur til HB, tá sáttmálin við FC Fredericia bleiv slitin.

 

Daniel Johansen fór til danska FC Fredericia í januar, men partarnir hava valt at steðga samstarvinum í úrtíð. Nú venur Daniel Johansen við HB, har hann hevur spælt allir sínar dystir í bestu deildini.

 

Skuldi tað hent, so hevur HB tríggjar vinstra bakkar, sum hava verið á landsliðnum í seinastuni. Viljorm Davidsen, Ára Mohr Jónsson og Daniel Johansen.