Fyrr í summar skrivaði In.fo, at Daniel Johansen fór at skifta aftur til danskan fótbólt, eftir at hann kom heim fyri tíð frá FC Fredericia. Hann spældi nakrar dystir fyri HB í summar, men hevur nú skift til Thisted FC. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í dag.
- Eg havi spælt leingi í føroysku kappingini og vil gjarna menna meg og royna at spæla uttanlands. Eg síggi tað sum ein góðan kjans at koma til Thisted. Vit hava ein góðan venjara og eg føli, at Thisted er rætta staðið at menna meg, sigur Daniel Johansen í viðtalu við heimasíðuna hjá felagnum.
Daniel Johansen skifti undan hesum kappingarárinum til FC Fredericia. Í summar skifti hann aftur til HB og er nú aftur í donskum fótbólti, har hann skal kappast við Hørð Askham, ið skifti til AB Gladaxe. Vinstri bakkurin hevur verið rundanum landsliðið í fleiri førum.