Daniel Agger spælir ikki aftur í ár

Danin í miðverjuni hjá Liverpool er somikið skaddur í knænum, at hann ikki verður tøkur aftur hetta kappingarárið. Hann varð av mongum mettur millum teir bestu framrættaðu miðverjarnir í heiminum og millum annað Barcelona lá framvið, men skaðar hava gjørt, at Daniel Agger ongantíð av álvara hevur sligið sítt navn fast á áltjóða fótbóltspallinum.

 

Daniel Agger varð keyptur frá Brøndby í januar 2006 og í 2007 byrjaði hann inni í Champions League finaluni. Men við tíðini er Liverpool ikki eitt lið, sum er at finna í Champions League og Daniel Agger er somuleiðis ikki so høgt í metum longur. Hann hevur verið nógv skaddur og í ár hevur hann bara spælt 16 dystir í Premier League frá byrjan.

 

Heimasíðan hjá Liverpool boðar nú frá, at danin ikki verður tøkur aftur í ár vegna knæskaða. Eisini er óvist um Liverpool liðskiparin, Steven Gerrard, verður tøkur aftur í ár. Liverpool venjarin, Kenny Dalglish, sigur at greiða fast á tí síðst í hesum vikuni.

 

Sky Sports veit at siga, at Liverpool hevur gjørt avtalu við 24-ára gamla franska leikarin, Sylvian Marveaux, sum skiftir til Liverpool i summar. Sáttmálin hjá honum gongur út í summar og tí skal Liverpool ikki gjalda nakrar pengar til Rennes fyri leikarin.