Dánial Pauli heldur fram í 07 Vestur

07 Vestur og Dánial Pauli Lervig hava longt sáttmálan, so leirvíkingurin, sum kom vestur at spæla í fjør, heldur fram í 07 Vestur. 

30-ára gamli verjuleikarin, sum meginpartin av fótbóltslívinum hevur leikt við Víkingi, hevði annars verið trý tey seinastu árini í HB, tá hann flutti vestur til 07 Vestur áðrenn seinasta kappingár, og bleiv ein týðningarmikil leikari í miðverjuni og á vinstra bakki. Tað skrivar 07 Vestur í kvøld.

 

– Dánial Pauli var umráðandi tilgongd í fjør, og kann roknast við at vera ein stuðulsleikari aftur í ár. Hann varð av mest leikandi spælarunum hjá 07 Vestur í fjør og spældi 21 dystir íroknað steypakappingina, og byrjaði inni í øllum uttan einum, skrivar felagið.

 

07 Vestur spældi venjingardyst leygardagin móti ÍF í Sørvági og vunnu 4-1. Í øllum førum tveir venjingardystir afturat verða áðrenn kappingin byrjar.

 

Fyrsta umfar verður móti júst barndómsfelagnum hjá Dánial Paula, Víkingi, leygardagin 5. mars.