Dania syngur jólasálm

Dania O. Tausen útgevur sítt fyrsta jólastaklag, sum partur av útgávuni Jólasoul

Plátufelagið Tutl skrivar, at útgávan verður skjótt á gøtunum. Dania O. Tausen ynskti at gera eina kórútseting til ein penan jólasálm, og datt á flotta lagið hjá Knút Olsen við teksti hjá Jakob Jakobsen. Tað, sum serliga talaði til Daniu O. Tausen við hesum sálminum var ørindi 4, sum ljóðar, Gongur tú á trongum vegi, bangnir tankar treingja inn, einki kann sum jólagleði lýsa upp títt myrka sinn. Dania O. Tausen ynskir við hesari útsetingini at spreiða jólagleðina, so vit kunnu gloyma møðina og døpru vetrartankarnar eina løtu og heldur merkja vónina lætta veingin rætt sum fyrsta jóladag.