Dani vil játta tvey dráp á Malta

Ein danskur maður vil viðganga at hava verið við í einum dupultdrápi á Malta í 2020, skriva miðlar á Malta

 

Ein danskur maður vil á Malta játta at hava verið uppií, tá tveir menn vórðu dripinir á oynni í august í 2020.

Tað skrivar miðlarnir á Malta, Malta Today og Times of Malta.

Sum liður í játtanini, sum sambært miðlunum enn ikki formliga viðgjørd í rættarskipanini, góðtekur danin eina fongsulsrevsing upp á 40 ár, verður sagt.

Danin er ein av trimum monnum, sum er ákærdur fyri dupultmorðið, sum varð framt í býnum Sliema.

Danin flýddi síðani, men varð handtikin í Spania tíggju dagar seinni. Hinir báðir menninir, sum eru skuldsettir í málinum, eru úr Albania og Serbia.

Sambært miðlunum á Malta verður roknað við játtanini hjá dananum verður formliga viðgjørd í rættinum heilt skjótt.

/ritzau/