Dani ávegis til B71

Sambært Horsens Folkeblad er B71 í løtuni í samráðingum við verjuleikaran Philip Bank, sum til dagligt spælir við FC Horsens, ið er eitt felag undir Superligufelagnum, AC Horsens.

26 ára gamli Philip Bank er verjuleikari, og hevur áður royndarvant við Los Angeles Galaxy, har navnframi David Beckham spælir. Bank kann harvið væl gerast avloysari hjá landsmanninum Anders Rasmussen, sum aftur er farin til Danmarkar.

 

- B71 hevur vent sær til mín, eftir at eg setti navn mítt á flytingarvindeygað. Eg eri eisini í samband við Roskilde og Slagelse, men dama mín sigur seg vera klára at taka leiðina til Føroya. Í løtuni umhugsa vit støðuna. Eg havi eitt gott arbeiði, og fíggjarliga var tilboðið frá B71 ikki gott nokk. Tilboðið skal vera betri, um eg skal til norðuratlantin at leika, men eg eri áhugaður í at fáa tað upplivilsið, og haldi avgjørt, at skiftið til Føroya vildi verið ein góð lopfjøl at rokkið einum størri donskum felagi, sigur Philip Bank við Horsens Folkeblad.