Dani vann FM

Beint undan ólavsøkku varð spælt um FM í tennis, men tá vinnarin ikki kann roknast sum føroyingur, verður føroyameistarin ikki kosin fyrr enn eftir komandi kapping

tennis

Í døgunum 23. til 27 juli varð FM í tennis, sum Havnar Tennisfelag stendur fyri, spælt á tennisvøllinum í Gundadalið í Tórshavn. Vinnarir vóru funnir hjá dreingum U-14 og U-18, hjá monnunum, B-bólkinum hjá monnum, og hjá kvinnum.

Finalan hjá monnum varð vunnin av dananum Scot Christensen á Martin N. Simonsen 6-1 6-0. Í B-bólkinum vann Martin Heinesen á Bárður Háberg 7-6 6-2.
Kappingina fyri kvinnur vann Sára Arge við einum 7-5, 7-5 sigri á Fridu Poulsen, og Hjalti M. Jacobsen og Magnus í Króki vunnu kappingarnar hjá ávíkavist U-18 og U-14. Her vóru mótstøðuleikararnir í finaluni ávíkavist Pól Andreasen og Niclas Eysturoy.

Annars kann Scot Christensen ikki verða almennur føroyameistari í tennis. ÍSF-reglurnar siga, at spælari sum ikki hevur búð fast í Føroyum í minsta lagið 2 samanhangandi ár, ikki kann gerast almennur vinnari av FM, um ikki einstøku feløgini sjálv hava gjørt serliga reglur galdandi fyri útlendingar. Tennisfelagið hevur ikki sjálvt slíkar reglur, og hava tí avgjørt at finna alemenna føroyameistaran í næsta kappingini hjá felagnum, Niels L. Arge Open.
Tekning til næstu kappingarnar hjá monnum, kvinnum, U14 og U18 verður inntil hósdagin 14. august, tá kappingin hjá monnum byrjar. Vinnarin av kappingini hjá monnum fær eisini eina peningavirðisløn handaða frá Niels L. Arge.