Ein 30 ára gamal maður í Keypmannahavn vann í kvøld 34.790.756 krónur í lottospælinum hjá Danske Spil. Hetta er fjórðistørsti vinningur í Danmark nakrantíð. Tann 30 ára gamli handverkarin sat og hugdi eftir fótbólti saman við nøkrum vinum, tá Danske Spil ringdi til hansara og kunnaði hann um vinningin.
-Í fyrstani helt eg, at onkur skemtaði við mær, men tá maðurin í hinum endanum bað meg kannamína kvittan, skilti eg, at hetta var veruleiki, sigur tann hepni vinnarin.
Tann størsti lottovinningurin í donsku søguni var góðar 38,5 milliónir krónur. Tað var fyri tveimum árum síðani.